Sløktar baklyktir, brostnar perur og skeivt stillaðar billyktir. Hetta er veruliga nakað, sum kann hava vandamiklar støður við sær.
Akstovan og Ráðið fyri Ferðslutrygd samstarva um nýtt átak, har vit seta fokus á billyktir og týdningin av at kenna sín egna bil og hvussu ljósini virka. Soleiðis at tú, og hini á vegnum, verða tryggari.
Í trimum spurnarkanningum kanst tú royna tína vitan. Við einum skálkabrosi og einføldum spurningum, sum eiga at vera lættir at svara rætt, heita vit á bilførarar um at vísa billyktunum virðing og størsta ans. Svarar tú skeivt, fært tú eitt skemtiligt svar, men góð ráð til at gera tað rætta. Men svarar tú rætt, fært tú prógv sum ljósatendrari. Og ljósatendrari - tað vilja øll vera!
Dugir tú at tendra billjósini?
Lýsa lyktirnar?
Dugir tú at stilla lyktirnar?
Minst til, at tað er tín ábyrgd at hava eftirlit við at lyktirnar eru rætt stillaðar og at tær lýsa, tá tær skulu.
Tendra billjósini:
Kanna at ljósini eru stillaði á nærljós, tá tú tendrar bilin. Tá lýsa ljósini framman, bakljósini og nummarplátuljósið aftan. Nærljósini skulu vera tendrað, tá ringt sýni er, eitt nú tá tað kavar, regnar ella í mjørka. Tá tú koyrir í einum tunli, skulu ljósini framman og aftan altíð vera tendrað.
Eru lyktirnar stillaðar á auto, tendra bakljósini ikki altíð. So tendra nærljósini, um tú vilt tryggja tær, at bakljósini altíð eru tendrað. Eisini í mjørka ella upplýstum tunli.
Tað er umráðandi, at tú veitst, hvussu tú tendrar og sløkkir ymisku lyktirnar, áðrenn tú fert at koyra. So fært tú hugsavnað teg um at koyra bil, tá tú koyrir bil.
Kanna perurnar:
Minst til, at tað er tín ábyrgd at hava eftirlit við, at allar perurnar lýsa. Er ein pera í billykt brostin, so sæst tú ikki nóg væl í ferðsluni. Skift brostnu peruna beinanvegin.
Eini góð ráð eru at seta bilin framman fyri einum vindeyga, har tú kanst royna allar lyktirnar. Soleiðis sært tú, um perur eru, sum ikki lýsa. Tú kanst eisini ganga rundan um bilin og kanna, um allar lyktir lýsa, sum tær skulu.
Kanna um lyktirnar eru rætt stillaðar:
Er ein lykt skeivt stillað, blindar hon og er harvið til stóran ampa fyri aðra ferðslu.
Ta myrku árstíðina er alneyðugt, at lyktirnar verða eftirkannaðar, bæði at allar perur lýsa og at lyktirnar eru rætt stillaðar, so tær ikki blinda aðra ferðslu.
Ivast tú, far so til eitt bilverkstað og fá lyktirnar eftirkannaðar.
Lovisa Petersen Glerfoss
RFF