Andras Robertsson Marr nýggjur stjóri á Akstovuni

Andras Robertsson Marr

Fíggjarmálaráðið hevur sett Andras Robertsson Marr sum nýggjan stjóra á Akstovuni.

Andras hevur drúgvar leiðsluroyndir frá politinum, bæði sum vaktleiðari og linjusjef. Andras hevur eisini verið sýslumaður.  Seinastu árini hevur hann verið tilbúgvingarsamskipari í Fiskimálaráðnum.

Andras er 51 ára gamal og úr Hoyvík. Hann er útbúgvin politistur og hevur BA í løgfrøði. Harumframt hevur hann tikið leiðsluútbúgving.

Andras byrjar væntandi í starvinum eftir summarfrítíðina.