Umsóknarfreist: 15.07.2024

Avloysari fyri fólk í farloyvi

Søkt verður eftir avloysara, fyri starvsfólk í farloyvi, til skrivstovuna, at byrja 1. august 2024, ella skjótast til ber. Talan er um fulltíðarstarv, men møguleiki er eisini fyri at arbeiða niðursetta tíð. Starvið er tíðaravmarkað til 1. september 2025.

 

Uppgávan

Uppgávan fevnir m.a. um:

  • Avgreiðslu av viðskiftafólki og telefonavgreiðslu
  • Skráseting av koyrikortum
  • Umsiting av tíðum til ástøðis- og koyriroyndir
  • Málsviðgerð
  • Kassauppgerð
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur

 

Førleikakrøv

Vit hugsa okkum ein persón við skrivstovuútbúgving, HH ella líknandi útbúgving og arbeiðsroyndum á skrivstovu. Dentur verður lagdur á, at ein er fyrikomandi og kundavinarligur og hevur góð samstarvsevni. Tað er ein treyt, at ein hevur kunnleika til at arbeiða við teldu.

 

Setanartreytir

Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Starvssetanin hoyrir undir Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum við tilhoyrandi stovnum, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð.

Upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Tórunn S. Miðberg, deildarleiðara, á telefon 350418. Umsókn við møguligum prógvum og viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 15. juli 2024 kl. 12.00.

 

Akstovan er stovnur undir Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum og hevur sum endamál at fremja akfarstøkniligar kanningar og akfarseftirlit, stíla fyri koyriroyndum, útvega fólki koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita akfarsskráseting, skrásetingargjøld og vegskatt. Umframt høvuðsdeildina í Tórshavn, hevur Akstovan sýnsdeildir um alt landið. Á Akstovuni starvast 23 fólk.