01.09.2020

Broytt tíðarfreist í sambandi við skráseting av ávísum persón- og vørubilum

Vegna Covid 19, hevur danska Ferðslustýrið gjørt av at leingja freistina fyri skráseting av vørubilum, ið eru góðkendir sambært umhvørvisnormi Euro 6b, og persónbilum ið eru góðkendir sambært umhvørvisnormi Euro 6c.

Hesir bilar kunnu bert skrásetast um teir hava undantaksloyvi (dispensatión) frá Ferðslustýrinum. Undantaksloyvið var galdandi til 1. sept. 2020.

Hendan freistin er nú longd til 1. januar 2021. 

Akstovan fylgir somu reglum sum danska Ferðslustýrið. Sostatt kunnu Euro 6b vørubilar og Euro 6c persónbilar, sum annaðhvørt hava undantaksloyvi frá Akstovuni ella Ferðslustýrinum, verða skrásettir innan 1. januar 2021.

Øll tíðindi