Tann 1. januar 2021 koma í gildi nýggj umhvørviskrøv fyri fleiri sløg av akførum.
Eftir henda dato skulu allir nýggir persónbilar lúka Euro 6d-ISC-FCM umhvørvisnormin.
Sama er galdandi fyri allar nýggjar vørubilar, sum hava eina eginvekt upp til 1280 kg.
Tó eru vanligu undantaksreglurnar fyri akfør á goymslu galdandi. Hetta merkir at bilar á goymslu í Føroyum pr. 31.12.20, sum lúka antin Euro 6d-ISC, Euro 6d ella Euro 6d-TEMP-EVAP-ISC, normin, kunnu einans skrásetast fram til 31.12.2021, um teir hava fingið undantaksloyvi frá Akstovuni.
Somuleiðis eru bilar, sum eru á dispensatiónsyvirlitinum hjá danska Ferðslustýrinum, fevndir av undantaksreglunum.
Nýggir vørubilar við eginvekt yvir 1280 kg skulu eftir 1. januar 2021 lúka Euro 6d-ISC umhvørvisnormin.
Nýggir vørubilar á goymslu í Føroyum (eginvekt yvir 1280 kg), ið lúka Euro 6c ella 6d umhvørvisnormin, kunnu einans skrásetast fram til 31.12.2021, um teir hava fingið undantaksloyvi frá Akstovuni, ella standa á dispensatiónsyvirlitinum hjá danska Ferðslustýrinum.
Eisini koma nýggj umhvørviskrøv í gildi fyri nýggj prutl og nýggjar motorsúkklur tann 1. januar 2021. Tá skulu hesir bólkar lúka Euro 5 umhvørvisnormin.
Motorsúkklur og prutl á goymslu í Føroyum, sum lúka Euro 4 umhvørvisnormin, kunnu einans skrásetast fram til 31. desember 2021, um hesi hava fingið undantaksloyvi frá Akstovuni, ella standa á dispensatiónsyvirlitinum hjá danska Ferðslustýrinum.