Nú mynduleikarnir hava tillagað tilmælini, eru hesi tiltøk galdandi inntil víðari frá 26. januar 2022 fyri teoriroyndir og verkligar koyriroyndir:
Í mesta lagi 5 fólk í teorihølunum í Havn og á Drelnesi og 4 fólk í Klaksvík.
- Fólk sum hava sjúkueyðkenni mugu ikki koma til nakra roynd.
- Fólk sum koma til teoriroynd ella verkliga koyriroynd, skulu framvegis vísa størsta varsemi og reinføri og spritta hendur áðrenn og eftir roynd og halda frástøðu.
- Fólk sum koma til teoriroynd ella verkliga koyriroynd, skulu undir royndini nýta masku fyri munn og nøs.