Motorsúkkla

Koyrikort til bólk A (lítil motorsúkkla) gevur rætt at koyra

  • Tvíhjólaða motorsúkklu uttan síðuvogn, har lutfallið millum motororku og eginvekt við ískoyti av vatni, olju og brennievni í mesta lagi er 0,16 kW/kg. Tað er samstundis ein treyt, at motorsúkklan hevur eina motororku, sum í mesta lagi er 25 kW.
  • Tvíhjólaða motorsúkklu við síðuvogni, har lutfallið millum motororku og eginvekt við ískoyti av vatni, olju og brennievni í mesta lagi er 0,16 kW/kg.
  • Tríhjólaða motorsúkklu
  • Motorsúkklu, hvørs slagvolumen í mesta lagi er 50 cm3, og sum hevur eina konstruktivt ásetta ferð uppá í mesta lagi 45 km/t.
  • Koyrikort til lítla motorsúkklu kann vera latið persóni, ið hevur fylt 18 ár
  • Lendisakfar

 

Koyrikort til bólk A (stór motorsúkkla) gevur rætt at koyra

  • Tey omanfyri nevndu akfør
  • Tvíhjólaða motorsúkklu uttan síðuvogn, har lutfallið millum motororku og eginvekt við ískoyti av vatni, olju og brennievni er meira enn 0,16 kW/kg, ella sum hevur eina motororku, ið er meira enn 25kW.
  • Tvíhjólaða motorsúkklu við síðuvogni, har lutfallið millum motororku og eginvekt við ískoyti av vatni, olju og brennievni er meira enn 0,16 kW/kg
  • Koyrikort til stóra motorsúkklu kann vera latið persóni, ið hevur fylt 21 ár, ella í minsta lagi hevur 2 ára royndir sum førari av lítlari motorsúkklu.

 

Persónur skal hava fylt 18 ár fyri at fáa koyrikort, men venjingarakstur kann í fyrsta lagi fara fram 3 mánaðir áðrenn viðkomandi er 18 ár. Umsøkjarin skal bæði til eina ástøðis og verkliga roynd. 

 

 

Umsøkjarin skal lata fylgjandi skjøl inn til Akstovuna:

  • Umsókn um koyrikort.
  • Læknaváttan. ( ikki eldri enn 3 mánaðir)
  • Dóps- ella navnabræv
  • Væltroffin passmynd. (hattleys)
  • Gjald fyri ástøðis og verkliga roynd kr. 550,-
  • Gjald fyri útgávu av koyrikorti kr. 250,-


Umsøkjarin verður stillaður inn av einum góðkendum koyrilærara, har báðir vátta á serstakt øki á umsókini.