Koyrikort til vinnuligan fólkaflutning gevur rætt til at koyra stóran persónbil (buss) (Dv), við tí ætlan at koyra vinnuligan fólkaflutning. Umsøkjarin ella í hansara stað koyrilærarin, verður kunnaður um at biðið verður um revsiváttan frá fútanum og at umsøkjarin ikki sleppur til ástøðis og verkliga roynd, fyrrenn revsiváttan fyriliggur og er viðgjørd av Akstovuni.
Koyrikort til vinnuligan fólkaflutning er galdandi í mesta lagi 5 ár frá degnum tað er givið.
Koyrikort til Dv verður latið einum persóni, sum er 21 ár og javnan í minst 1 ár í seinasta 3 ára skeiðum hevur koyrt stóran persónbil, lastbil ella vøruvogn við heildarvekt omanfyri 5000 kg. Umsøkjarin skal prógva tað við einari váttan frá arbeiðsgevara, at viðkomandi hevur koyrt stóran bil.
Umsøkjarin skal bæði til eina ástøðis og verkliga koyriroynd.
Umsøkjarin skal lata fylgjandi skjøl inn til Akstovuna: