Bólkur C (lastbilur) gevur rætt til at koyra:
- Lastbil, hvørs loyvda heildarvekt er meira enn 3.500 kg.
- Vognrað, sett saman av einum lastbili og einum viðfestisakfari, hvørs loyvda heildarvekt í mesta lagi er 750 kg.
- Motorriknan bulvogn.
- Koyrikort til bólk C kann verða latið persóni, íð hevur fylt 18 ár
- Koyrikort til bólk C kann bert verða latið førarum, íð hava tikið koyrikort til bólk B.
- Koyrikort til bólk C verður útgivið við gildi í 5 ár og kann hereftir endurnýggjast 5. hvørt ár við eini læknaváttan.
Umsøkjarin skal bæði til eina ástøðis og verkliga roynd.
Umsøkjarin skal lata fylgjandi skjøl inn til Akstovuna:
- Umsókn um koyrikort.
- Væltroffin passmynd. (hattleys)
- Dóps- ella navnabræv.
- Læknaváttan. ( ikki eldri enn 3 mánaðir)
- Gjald fyri ástøðis og verkliga roynd kr. 650,-
- Gjald fyri útgávu av koyrikorti kr. 250,-