Bólkur E (stórt viðfestisakfar) gevur rætt til at koyra:
- Vognrað, sett saman av einum vanligum bili og einum viðfestisakfari, sum ikki er fevnt av ásetingunum fyri bólk B (bólkur B/E).
- Vognrað, sett saman av einum lastbili og einum viðfestisakfari, hvørs loyvda heildarvekt er meira enn 750 kg (bólkur C/E).
- Vognrað, sett saman av einum stórum persónbili og einum viðfestisakfari, hvørs loyvda heildarvekt er meira enn 750 kg (bólkur D/E).
- Koyrikort til bólk B/E gevur bert rætt til at koyra stórt viðfestisakfar í sambandi við vanligan bil (bólkur B).
- Koyrikort til bólk C/E og D/E gevur harafturat rætt til koyra stórt viðfestisakfar í sambandi við vanligan bil (bólkur B).
- Koyrikort til bólk C/E gevur harafturat rætt til at koyra akfør, ið eru umfatað av bólki D/E, tá handhavin hevur fingið koyrikort til bólk D. Koyrikort til bólk C/E gevur umframt rætt til at koyra lastbil við íkoplaðum bulvogni.
- Koyrikort til bólk B/E og bólk C/E kann verða latið persóni, ið hevur fylt 18 ár og hava tikið koyrikort til bólk B, ávikavíst bólk C.
- Koyrikort til bólk D/E kann verða latið persóni, ið hevur fylt 21 ár og hevur koyrikort til bólk D.
- Koyrikort til bólk C/E og bólk D/E verður útgivið við gildi í 5 ár og kann hereftir endurnýggjast 5. hvørt ár við eini læknaváttan.
Umsøkjarin skal bæði til eina ástøðis og verkliga roynd, tó bert verkliga roynd til bólk B/E.
Umsøkjarin skal lata fylgjandi skjøl inn til Akstovuna:
- Umsókn um koyrikort
- Væltroffin passmynd (hattleys)
- Dóps- ella navnabræv.
- Læknaváttan. ( ikki eldri enn 3 mánaðir)
- Gjald fyri ástøðis og verkliga roynd kr. 650,- tó kr. 250,- fyri bólk B/E
- Gjald fyri útgávu av koyrikorti kr. 250,-