- Koyrikort til traktor/motoramboð kann verða latið persóni ið er fyltur 16 ár, men viðkomandi kann sleppa upp til ástøðisroynd seks mánaðir áðrenn viðkomandi lýkur aldur.
- Koyrikort til traktor/motoramboð gevur rætt til at koyra traktor/motoramboð umframt íkoplaði viðfestisamboð.
Umsøkjarin skal bæði til eina ástøðis og verkliga koyriroynd.
Umsøkjarin skal lata fylgjandi skjøl inn til Akstovuna:
- Umsókn um koyrikort
- Dóps- ella navnabræv.
- Væltroffin passmynd. (hattleys)
- Læknaváttan (ikki eldri enn 3 mánaðar)
- Gjald fyri ástøðis og verkliga roynd kr. 300,-
- Gjald fyri útgávu av koyrikorti kr. 250,-