13.06.2014

Koyring í útlandinum við føroyskt skrásettum lastbilum og bussum

Í sambandi við koyring uttanlands, er tað eitt krav at førarin skal kunna skjalprógva sína koyri- og hvílutíð, tá koyrt verður við lastbilum og bussum.

Í sambandi við koyring uttanlands, er tað eitt krav at førarin skal kunna skjalprógva sína koyri- og hvílutíð, tá koyrt verður við lastbilum og bussum.

Frá 1. mai 2006 skulu bussar og lastbilar hava eina digitala skrásetingarskipan, ein sonevndan Tachograf, til skráseting av koyri- og hvílutíðini. Til hetta endamál krevst eitt serligt førarakort, sum bert kann verða útgivið í samsvari við altjóða sáttmálan um koyri- og hvílutíð, og eftir at førarin hevur staðið eina ávísa føraraútbúgving.

Í Føroyum ber ikki til í løtuni at fáa eitt slíkt førarakort. Vinnumálaráðið er í støðugum samskifti við avvarðandi myndugleikar í Danmark um, at føroyskir vinnuførarar kunnu fáa útgivið eitt slíkt førarakort við støði í sínum føroyska koyrikorti. Hesar samráðingar hava tíverri enn ikki borið á mál, og so leingi ein loysn ikki er funnin, mugu bileigarar og vinnuførarar taka atlit til hesi viðurskifti í sambandi við ætlaðar túrar uttanlands.

Gjørt verður vart við, at manglandi møguleiki at skráseta sína koyri- og hvílutíð undir koyring uttanlands kann hava óhepnar avleiðingar við sær fyri føraran og bileigaran.

Hevur tú spurningar í hesum sambandi, kanst tú venda tær til Akstovuna.

Øll tíðindi