29.05.2012

Kunning um handicapskelti tá ferðast skal uttanlands

Innlendismálaráðið og MBF hava fingið kunnleika um, at nógvir Føroyingar, sum hava ferðast í Danmark og aðrastaðni í Europa við føroyskum handicapskelti...
Innlendismálaráðið og MBF hava fingið kunnleika um, at nógvir Føroyingar, sum hava ferðast í Danmark og aðrastaðni í Europa við føroyskum handicapskelti, hava fingið parkeringsbøtur. Innlendismálaráðið arbeiðir tí við at gera eina lógarbroyting í ferðslulógini, soleiðis at føroysku handicapskeltini framyvir koma at hava somu útsjónd sum handicapskeltini innan EU. Hendan lógarbroytingin verður tó ikki klár til í summarfrítíðina í ár.
 
Innlendismálaráðið hevur vent sær til Danske Handicaporganisationer(DH), fyri at kanna, um føroyingar kunnu útvega sær eitt danskt handicapskelti. Innlendismálaráðið hevur fingið upplýst, at einki er til hindurs fyri hesum.
 
Danska handicapskelti er viðurkent í EU, og kann tí brúkast í øllum ES-londum.
 
Fyri at søkja um danskt handicapskelti skal eitt umsóknarblað fyllast út av umsøkjarin og kommunulæknin.
 
Umsóknarblað og vegleiðing kunnu finnast á hesi leinkju:
http://www.handicap.dk/brugerservice/parkeringskort/
 
Skeltið kostar 425 kr og er galdandi í 10 ár. Umsóknar tíðin er umleið 4 vikur. Umsóknin skal sendast til:
 
Danske Handicaporganisationer
Kløverprisvej 10B
2650 Hvidovre
 
 
 
Innlendismálaráðið 25. mai 2012
Øll tíðindi