04.10.2018

Kunning um nýggja koyrikortkunngerð

Nýggj kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru – koyrikortkunngerðin Landsstýrismaðurin í Samferðslumálum hevur við kunngerð nr. 129 frá 26. september 2018 lýst koyrikortkunngerðina av nýggjum.

Kunngerðin kann lesast á hesi leinkjuni: http://logir.fo/Kunngerd/129-fra-26-09-2018-um-koyrikort-og-koyrifralaeru

Høvuðsbroytingarnar í koyrikortkunngerðini eru:

Kravið um nóg góða hoyrn strikað

Kravið um nóg góða hoyrn í § 18, stk. 1 fyri førarar av akførum í koyrikortflokki 1 (stórt prutl, motorsúkkla og vanligur bilur) er strikað.

Endurnýggjan av koyrikorti hjá eldri førarum við læknaváttan

Løgtingið samtykti á sumri í 2017 at hækka aldursmarkið fyri endurnýggjan av koyrikorti uttan læknaváttan fyri førarar av akførum í flokki 1 (stórt prutl, motorsúkkla og vanligur bilur) úr 70 árum til 75 ár. Hetta er endurtikið í § 50 í koyrikortkunngerðini, har koyrikortið vanliga verður útgivið við 5 ára gildistíð við læknaváttan, eftir at handhavin hevur fylt 75 ár. Koyrikortið verður vanliga endurnýggjað í 2 ár við læknaváttan, eftir at handhavin hevur fylt 80 ár.

Stytt krav um frálæru fyri 16 ára gomul sum ynskja koyrikort til stórt prutl og hava koyrikort til lítið prutl

Sbrt. § 12 a, stk. 2, kann koyrikort til stórt prutl, bólkur AM, verða latið persóni, sum hevur fylt 16 ár, og sum hevur koyrikort til lítið prutl, treytað av, at viðkomandi hevur:

  1. Í minsta lagi 1 ára royndir sum førari av lítlum prutli.
  2. Fingið frálæru hjá góðkendum koyrilærara (til motorsúkklu) í ástøði til stórt prutl í 4 skúlatímum í útvaldum evnum.
  3. Fingið verkliga koyrifrálæru hjá góðkendum koyrilærara (til motorsúkklu) í 2 skúlatímar á stórum prutli í lutmálum svarandi til nr. 2.
  4. Stendur eina verkliga roynd við stórum prutli.

 

Sbrt. § 64 i, stk. 1, nr. 13, litra c) í ferðslulógini er kostnaðurin fyri verkliga koyriroynd til stórt prutl – bólkur AM kr. 400.

Broytt heilsukrøv í skjali 2

Við støði í ES reglum um heilsu og í tráð við Vejledning om helbredskrav til kørekort, útgivið av Styrelsen for Patientsikkerhed í august 2017, hevur landsstýrismaðurin í skjali 2, sum eru minstakrøv um kropsligan og sálarligan førleika at koyra motordrivið akfar, sum koyrikort krevst til, gjørt nakrar broytingar, m.a um herd krøv til sjónina hjá førarum í flokki 1 og flokki 2 við t.d. dupultsjón og mistari sjón á øðrum eyganum.

Kravið um hoyrn til førarar í flokki 1 er tikið úr fylgiskjalinum.

Parturin, sum snýr seg um hjarta- og æðrasjúkur er meiri útgreinaður enn framman undan og sama er eisini galdandi fyri partin um diabetes.

Krøv eru sett til førarar, sum líða av steðgandi andadrátti í svøvni (obstruktivt søvnapnøsyndrom), har møguligt er at útgeva koyrikort við styttri gildistíð, fyri at halda eyga við støðuni og um viðkomandi fylgir tí røttu og nøktandi viðgerðini.

Harafturat  eru gjørdar nakrar tillagingar í treytunum hjá førarum, sum hava epilepsi.

 

Øll tíðindi