Tá ið hetta er tíðin har nógv fólk skøða bilin til veturin, er ofta ivi um hvørjar reglur eru galdandi í Føroyum á hesum øki.
Sambært "Detailforskrifter for køretøjer", sum er galdandi í Føroyum, sambært kunngerð nr. 105 frá 21.06.1995, §42, er galdandi fyri persónbilar M1, sambært pkt. 8.02.021, at dekkmynstrið skal vera í minsta lagi 1,6 mm, og at øll hjól á bilinum hava somu typu av dekkum, t.v.s. annaðhvørt summardekk ella vetrardekk (M+S merkt dekk).
Sambært kunngerð nr. 105, frá 21.06.1995 § 5, stk. 1, 5) skal bilur hava dekk á øllum hjólum við mynsturdýpd í minsta lagi 1,6 mm á bili til í mesta lagi 9 persónar og bili við loyvdari heildarvekt upp á í mesta lagi 3500 kg. Á øðrum bilum skal mynsturdýpdin vera í minsta lagi 1 mm.
Viðvíkjandi píkadekkum, sigur kunngerð nr. 109, frá 21.09.2005, at ikki er loyvt at koyra við píkadekkum frá 1. mai til 15. oktober. Tó eru serlig undantøk fyri neyðsendaraakfør v.m.
Um koyrt verður við píkadekkum, skulu øll dekk á bilinum vera píkadekk, tá ið talan er um bilar við eini heildarvekt upp til 3500 kg.
Eisini er ein áseting sambært §7, stk.2, sum sigur at talið av píkum á hvørjum dekki má ikki víkja meiri enn 25% í mun til tað hjólið, ið hevur flest píkar.
Fyri akfør við eini heildarvekt, ið er størri enn 3500 kg, er galdandi at píkadekk einans kunnu verða nýtt um øll hjól á sama ási hava hesi. Tó kann annað dekkið vera ikki píkað, tá ið talan er um dupultmonteraði hjól (tvíburðarhjól).
Hóast tað sambært omanfyri standi ásetingum er loyvt at koyra við vetrardekkum, ið hava eina mynsturdýpd ið er einans 1,6 mm, verður vanliga sagt at tað ikki er skilagott at koyra við dekkum ið hava eina mynsturdýpd ið er minni enn 3-4 mm