23.06.2017

Kunningarskriv um broytingar í løgtingslóg um ferðslu

Vísandi til: Løgtingslóg nr. 94 frá 6. juni 2017 Løgmaður hevur í løgtingslóg nr. 94 frá 6. juni 2017, sum er ein broytingarlóg til ferðslulógina, kunngjørt nakrar broytingar í ferðslulógini, sum hava týdning, tá fólk skulu endurnýggjað koyrikortið við 70 ára aldur ella í øðrum førum søkja um koyrikort. Greitt er frá broytingunum niðanfyri:
  1. Kravið um nóg góða hoyrn verður strikað fyri koyrikort í flokki 1

Ein broyting er, at kravið í § 18, stk. 2, nr. 2 um nóg góð oyru (hoyrn) verður strikað fyri koyrikort í flokki 1 (stórt prutl, motorsúkkla, vanligur bilur og stórt viðfestiakfar til vanligan bil).

Fyri koyrikort í flokki 2 (lastbilur, bussur, stórt viðfestiakfar til lastbil og buss, vinnuligur fólkaflutningur og góðkenning sum koyrilærari) er kravið framvegis galdandi um nóg góð oyru (hoyrn) fyri at fáa koyrikort til hesar bólkar.

 

  1. Kravið um læknaváttan til endurnýggjan við 70 ára aldur verður strikað

Ein broyting er, at gildi hjá koyrikorti í mesta lagi í § 18 b, stk. 1 verður hækkað úr 70 til 75 ár. Fyri tey koyrikort, sum ganga út og skulu endurnýggjast við 70 ára aldur, merkir hetta, at kravið um læknaváttan til koyrikort í flokki 1 (stórt prutl, motorsúkkla, vanligur bilur og stórt viðfestiakfar til vanligan bil) verður strikað. Koyrikort í flokki 1, sum gongur út við 70 ára aldur kann verða endurnýggjað við at lata inn umsókn, nýggja mynd og gjalda 150 kr. fyri koyrikortið.

Til endurnýggjingar av koyrikortið í flokki 2 (bólkarnir C-D-CE-DE, vinnuligan fólkafluttning og koyrilæraragóðkenning), krevst altíð læknaváttan og koyrikortið verður endurnýggja fimta hvørt ár til umsøkjarin hevur fylt 70 ár.

Kravið um læknaváttan fyri koyrikort í flokki 1 er í fyrsta lagi galdandi við endurnýggjan við 75 ára aldur, um ikki onnur serlig heilsukrøv eru galdandi. Frá tí fylta 74. ári til tað 80. árið, verður koyrikortið útgivið við 2 ára gildistíð og eftir tað 80. árið verður koyrikortið sum higartil, givið út við 1 ára gildistíð.

Um umsøkjari av koyrikorti til flokk 1, sum hevur fylt 73 ár men ikki 74 ár, velur at endurnýggjað koyrikortið við læknaváttan, kann koyrikort verða útgivið við 3 ára gildistíð, sbr. broytingini í § 18 b, stk. 3, 1. pkt.

Koyrikortkunngerðin verður dagførd samsvarandi.

 

  1. Broyttar reglur fyri góðkenning av koyrilærara

Ein broyting eru øðrvísi reglur fyri góðkenning av koyrilærara í § 19 a.

Aldursmarkið fyri góðkenning sum koyrilærari er hækkað úr 23 til 24 ár.

Ein broytt treyt er eisini, at viðkomandi hevur ognað sær koyrikort til bólkarnar A, B, C, C/E og koyrikort til vinnuligan fólkaflutning, møguliga til bólk D – buss, áðrenn søkt kann verða inn á koyrilæraraskúla.

Ein onnur broytt treyt er eisini, at viðkomandi hevur framt eina námsfrøðiliga undirvísingargongd í vaksnamannafrálæru, áðrenn søkt kann verða inn á koyrilæraraskúla.

Góðkenning sum koyrilærari er galdandi í 5 ár og kann verða endurnýggjað um koyrilærarin í umlidna tíðarskeiðinum hevur framt eina kravda eftirútbúgving. Fyri koyrilærarar, sum hava eina galdandi góðkenning, tá lógin kom í gildi, kann koyrilæraragóðkenningin verða endurnýggjað eftir higartil galdandi reglum áðrenn 1. oktober 2017.

Samferðslumálaráðið fer eftir ætlan at gera eina nýggja kunngerð um góðkenning av koyrilærarum við støði í nýggju lógini.

 

  1. Sjálvstøðug heimild í ferðslulógini at frádøma einum koyrilærara rættin at virka

Ein nýggj áseting í § 19 b, er ein sjálvstøðug heimild í ferðslulógini, at frádøma einum koyrilærara rættin at útinna yrki sum koyrilærari fyri eitt nærri ásett tíðarskeið, sum í minsta lagi er 1 ár ella fyri alla tíð, um viðkomandi við dómi verður dømdur sekur í grovum ella endurtiknum brotum av reglum um útinnan av yrki sum koyrilærari.

 

  1. Minstabótin fyri brot á ferðslulógina hækkar

Ein broyting í § 58 a, stk. 9 er, at minstabótin (sektin) fyri brot á ferðslulógina er hækkað úr 500 kr. til 700 kr. Samstundis hækkað sektirnar fyri brot sum eru fevnd av klippiskipanini og sum føra við sær frádøming av koyrirættinum ella koyriforboð. Sektirnar fyri brot á hámarksferðina hækkað eisini.

 

Løgtingslóg nr. 94 frá 6. juni 2017 um broyting í ferðslulógini er viðheft og viðmerkingarnar til lógina kunnu lesast á www.logting.fo á hesi leinkju:

http://www.logting.fo/files/casestate/16987/104.16%20U.t.ll.%20um%20br.%20i%20ll.%20um%20%20ferdslu.pdf

Øll tíðindi