20.11.2014

Minnist til vetrardekkini 1. desember

Størsta broytingin er, at forboð verður sett fyri at nýta summardekk í tíðarskeiðinum frá 1. desember til 30. apríl, uttan so, at akfarinum er trygg

Vinnumálaráðið lýsti seinasta vetur nýggjar reglur um nýtslu av dekkum í vetrarhálvuni.

 

 

Størsta broytingin er, at forboð verður sett fyri at nýta summardekk í tíðarskeiðinum frá 1. desember til 30. apríl, uttan so, at akfarinum er tryggjað nóg gott vegtak, tá hálka er, við at akfarið er skøtt við ketum á hjólunum á trekkakslinum.

Í hesum tíðarskeiði, kunnu vetrardekk ella píkadekk nýtast í staðin.

Í praksis merkir hetta, at krav er sett um, at bilurin skal vera skøddur við vetrardekkum, sum eru merkt við “M+S”, “MS”. M&S”, “M-S” ella “Mud and Snow”, og sum hava eina mynsturdýpd, sum í minsta lagi er 3 mm, um koyrt verður í hálku í tíðarskeiðinum frá 1. desember til 30. apríl.

Loyvt er framvegis at nýta píkadekk í tíðarskeiðinum frá 16. oktober til 30. apríl.

Tað er framvegis loyvt at koyra við summardekkum í tíðarskeiðinum frá 1. desember til 30. apríl, teir dagar tá hálka ikki er.

Mett verður, at ein kravd nýtsla av vetrardekkum í tíðarskeiðinum frá 1. desember til 30. apríl, vil minka um talið á álvarsligum ferðsluvanlukkum og er sostatt við til at økja um ferðslutrygdina.

Kunngerðin kann lesast á www.kunngerdaportalur.fo ella við at trýsta á leinkjuna her.

Øll tíðindi