26.05.2014

Nýggj áminningargjøld í samband við umsýn.

Ein av broytingunum í ferðslulógini, ið vóru samtyktar í mai í ár, eru broytt áminningargjøld í samband við umsýn, um eigari av akfari ikki møtir til avtalað umsýn.

Ein av broytingunum í ferðslulógini, ið vóru samtyktar í mai í ár, eru broytt áminningargjøld í samband við umsýn, um eigari av akfari ikki møtir til avtalað umsýn.

Higartil hevur áminningargjaldið í samband við umsýn verið tað sama sum sjálvt umsýnsgjaldið, t.v.s. kr. 100,-.

Framyvir verður áminningargjaldið í samband við umsýn tað sama sum gjaldið fyri heilsýn, t.v.s. kr. 350,- fyri akfør við heildarvekt yvir 3500 kg og kr. 250,- fyri akfør við heildarvekt upp til 3500 kg, undantikið motorsúkklur, har gjaldið er kr. 150,-

Tað verður sostatt dýrari hjá teimum ið ikki møta til ásettu umsýnstíð, og sum ikki hava boðað frá hesum í seinasta lagi gerandisdagin áðrenn ásettan sýnsdag.

Øll tíðindi