30.05.2024

Nýggj gjøld í samband við umsiting av akfarsskránni, skoðan og umskoðan

Ein av broytingunum í ferðslulógini, ið vóru samtyktar í mai í ár, eru broytt gjøld fyri skoðan (sýn), umskoðan (umsýn) og fyri umsitingina av akfarsskránni. Hesi gjøld hava annars verið óbroytt seinastu 30 árini.

Í høvuðsheitum hækkar gjaldið fyri skrásetingarskoðan, áliga tíðarvissa skoðan og fyri umsiting av akfarsskránni við kr. 100,- fyri hvønn akfarsbólk.

Aftrat, er gjaldi fyri umsýn hækkað úr kr. 100,- til kr. 200,- fyri akfør við eini heildarvekt upp til 3.500 kg, og úr kr. 100 til kr. 350,- fyri akfør við eini heildarvekt yvir 3.500 kg.

Tað verður sostatt dýrari hjá teimum, ið ikki fáa akfarið góðkent við fyrstu skoðan, og sum mugu til umskoðan við akfarinum.

Nýggju tænastu- og ómaksgjøldini kunnu síggjast her: https://akstovan.fo/akstovan/akfar/syn/gjoeld

Øll tíðindi