Akstovan hevur nú fingið eina nýggja sýnshøll í Saltangará.
Nýggja høllin er við síðuna av verandi sýnshøll í bygninginum hjá OCD, á Heiðavegi 81.
Í gomlu sýnshøllini er bert møguligt at sýna smærri akfør, t.v.s. akfør við heildarvekt upp til 3500 kg.
Nýggja sýnshøllin er útgjørd til at sýna stór akfør, so sum lastbilar, bussar, viðfestivognar og leguvognar.
Akstovan hevur nú møguleikar at sýna øll sløg av akførum á sýnsstaðnum í Saltangará.
Hetta er til stóran fyrimun fyri eigarar av stórum akførum í økinum, ið áður noyddust at koma til Havnar í sambandi við sýn.