Tað var á vári í 2021, at Fíggjarmálaráðið góðkendi, at Akstovan kundi fara undir verkætlanina, sum var at menna eitt nýtt føroyskt koyrikort, sum lýkur altjóða trygdarkrøv.
Nýggja føroyska koyrikortið verður prentað hjá sama veitara í Danmark, sum m.a. prentar danska koyrikortið og passið til danskarar, føroyingar og grønlendingar. Nýggja koyrikortið hevur eina røð av trygdarlutum, sum eru ristir við lasara í plastið á koyrikortinum, og sum gera tað sera trupult at falsa koyrikortið.
Við vanligari málsviðgerð verður veitingartíðin av koyrikortum umleið 6 vikur. Tó ber til at framskunda veitingina, um koyrikortið skal brúkast skjótari, og er veitingartíðin tá umleið 2 vikur.
Tað er ikki neyðugt at umbýta gamla koyrikortið við eitt nýtt koyrikort, tí sambært altjóða reglum, kunnu koyrikortini við tí gomlu trygdini nýtast í altjóða ferðslu til 2033.
Nýggja koyrikortið kostar 250 kr., sum er sami kostnaður sum gamla koyrikortið. Skundveiting kostar 25 kr. eyka.
Øll, sum framyvir taka koyrikort ella endurnýggja sítt koyrikort, fara at fáa hetta nýggja koyrikortið.