01-04-2019

Richard á Hólum 30 ára starvsdag á Akstovuni


Ein hugnaløta var í kantinuni á Akstovuni í morgun í sambandi við, at tað tann 23. januar vóru liðin 30 ár, síðan Richard á Hólum byrjaði sum sýnsmaður á Akstovuni.

Stjórin takkaði Richardi fyri trúfesti hesi 30 árini og handaði honum eina vakra kurv við alskyns góðum.

Akstovan ynskir Richardi hjartaliga tillukku við starvsdegnum og ynskir honum nógv góð ár afturat á Akstovuni.

Øll tíðindi