09.02.2009

Samfelagsliga órímiligar sparingar

Skriv til Klaksvikar kommunu, att: Gunvá við Keldu borgarstjóra

 

Vísandi til: Skriv frá Klaksvíkar kommunu, dagfest 5. februar 2009

 
 
Akstovan hevur altíð lagt dent á, at tænastan mótvegis viðskiftafólkunum, verður røkt á ein rættan, skjótan og virðiligan hátt. Hetta ger seg eisini galdandi fyri lógarbundið reglugligt sýn av akførum, har dentur hevur verið lagdur á, at veita tænastuna so tætt at viðskiftafólkunum, sum til ber. M.a. hava vit lagt arbeiðið soleiðis til rættis, at akfør við jøvnum millumbili eisini hava verið sýnað á útoyggjum.
 
Sum kunnugt, hevur Akstovan í nøkur ár, leigað ein stórvognsbana við grøv og bremsutestara frá Sp/f Kjartan Simonsen, til sýn av lastbilum, bussum og stórum viðfestiakførum í Norðoyggjum, tá tørvur hevur verið at sýnað hesi akfør. Vit hava verið væl nøgd við hesa skipan og eru eisini av tí fatan, at viðskiftafólkini í Norðoyggjum, hava verið glað fyri tænastuna.
 
Akstovan hevur egnan bygning í Klaksvík til sýn av persónbilum og stórum vørubilum og til at hava teori og verkligar koyriroyndir. Sýnshølið í Klaksvík er ikki egnað til lastbilar, bussar og als ikki til stórar viðfestivognar. Tí hevur loysnin við stórvognsbananum hjá Sp/f Kjartan Simonsen verið ómetaliga góð fyri Akstovuna og stórvognseigarar í Norðoyggjum.
 
Raksturin á Akstovuni verður allur sum hann er fíggjaður við gjøldum, sum borgarin rindar fyri tær tænastur og eftirlit, ið tey fáa framd á Akstovuni. Stóra fallið í søluni av nýggjum bilum, ger at inntøkurnar fyri skrásetingarsýn og nummarspjøldur, fallað við í minsta lagi 70% frá 2007 til 2009. Samstundis áleggur løgtingið stovninum, framhaldandi at vísa eitt yvirskot uppá kr. 900.000 á stovnsrakstrinum í 2009.
 
Fyri at byrgja upp fyri fallandi inntøkunum, legði Innlendismálaráðið í desember 2008, eitt uppskot fyri løgtingið um hækkan av eftirlits- og tænastugjøldunum, sum stórt sæð hava verið óbroytt, síðan 1992! Løgtingið vildi ikki viðgera uppskotið, við tí úrsliti, at Innlendismálaráðið tók uppskotið aftur úr løgtinginum.
 
Øll hesi viðurskifti gera, at Akstovan skal spara 2,1 mió kr. á stovnsrakstrinum í 2009, svarandi til -17%, í mun til upprunaligu játtanina fyri 2009, sum er samtykt av løgtinginum.
 
Tað sigur seg sjálvt, at ein so stór sparing, er ikki møgulig, uttan at skorið verður inn at beini á øllum rakstrarkontum. Sparingarnar rakað øll rakstarøki og rakstrarstøð á Akstovuni og tíverri fyri norðingar, eisini avtaluna millum Akstovuna og Sp/f Kjartan Simonsen.
 
Eg eri samdur við sjónarmiðinum hjá kommununi, at samfelagsliga er hetta ein fíggjarligur smeitur fyri tær vinnufyritøkur, ið verða raktar. Hinvegin er tað mín uppgáva sum stovnsleiðari, at syrgja fyri, at játtanin fyri Akstovuna í 2009 heldur, út frá teimum fyritreytum, sum politiska skipanin hevur stungið út í kortið og tað er út frá hesum, at disponeringarnar eru gjørdar.
 
Eg veit ikki hvat meint verður við, tá sagt verður, at ”tað er avgerandi neyðugt, at Akstovan ikki dregur allar tænastur til sín”. Um meint verður við, at Akstovan skal hava ein áhuga í, at draga alt sýn av stórum bilum til høvuðsdeildina í Havn, so verða vit tilløgd motivir, sum eg ikki kennist við. Stovnurin hevur í verki víst, at viljin hevur verið til staðar, at fremja bilsýn í øllum støðum í landinum, har hetta er samfelagsliga og fíggjarliga forsvarligt.
 
Tað er harmiligt, at ein stovnur við støðugt fullari framleiðslu á øllum økjum, bæði hvat eftirliti og fyrisiting viðvíkur, møtir so lítlum forstáilsi í politisku skipanini, at tað skal vera neyðugt at fremja so umfatandi skerjingar í tænastuni, men fíggjarligu fortreytunum, sum vit onga ávirkan hava á, mugu vit boyggja okkum fyri.
 
 
Vinarliga
 
 
 
Jákup Jacobsen, stjóri
Øll tíðindi