Tann 1. januar 2008 vóru umhvørviskrøvini fyri nýggjar motorsúkklur herd.
Hetta merkti at eftir henda dato skuldu allar nýggjar motorsúkklur lúka Euro 3 umhvørvisnormin.
Tó varð ein skiftisskipan gjørd, har Euro 2 motorsúkklur, ið vóru á goymslu í Føroyum pr. 31. desember 2007, framvegis kundu skrásetast fram til ársskiftið 2008/2009.
Sostatt verður ikki møguligt at skráseta nýggjar motorsúkklur, ið bert lúka Euro 2 umhvørvisnormin, eftir 31. desember 2008.