30.09.2024

Sýnshøllin í Tórshavn stongd viku 41 umframt skert virksemi í viku 42

Økið kring Akstovuna í Tórshavn verður asfaltera.

Í viku 41 tíðarskeiðið 07. - 11. okt 2024 verður asfaltsarbeiði gjørt á økinum rundanum sýnshøllina í Tórshavn. Einki sýnsvirksemi er í høllini hetta tíðarskeiðið.

Í viku 42 tíðarskeiðið 14. - 18. okt 2024 verður asfalts-/betongarbeiði gjørt frammanfyri sýnshøllina, út móti Hoyvíksvegnum. Hesa tíðina verður skert virksemi í sýnshøllini. Akfør sum koma til sýn skulu brúka inn-/útkoyringina eftir Smyrilsvegnum.

 

Akfør sum verða sett/standa á øki hjá Akstovuni tíðarskeiðið 07. - 18. okt 2024 verða flutt burtur fyri eigarans rokning. 

Øll tíðindi