11.06.2010

Tempo-100 góðkenning av campingvognum

Akstovan hevur fingið onkrar fyrispurningar viðvíkjandi Tempo-100 góðkenning av campingvognum í sambandi við koyring í Týsklandi.

Akstovan hevur fingið onkrar fyrispurningar viðvíkjandi Tempo-100 góðkenning av campingvognum í sambandi við koyring í Týsklandi.

Vit hava tí sett okkum í samband við ApplusBilsyn í Danmark við hesum spurningi.

Tað vísir seg at tey hava eina skipan fyri eitt nú norskar og svenskar eigarar av campingvognum, har til ber at søkja um eina forhondsgóðkenning av vogninum, um ein skal koyra gjøgnum Danmark við honum.

Skipanin er soleiðis at koyrt verður inn á eina sýnshøll hjá ApplusBilsyn við campingvogninum, eftir at ein hevur søkt um forhondsgóðkenning. Har verður vognurin kannaður, og um øll viðurskifti eru í lagi, fær hann so Tempo-100 góðkenningina beinanvegin.  

 

Meira um hetta kann lesast á: www.applusbilsyn.dk/ 

Øll tíðindi