21.10.2011

Tíðindaskriv um samankopling av bili og viðfestiakfari

Danska Trafikstyrelsen hevur júst sent út nýggja sýnsvegleiðing.
Dimmalætting viðger í grein í blaðnum hin 19. oktober 2011 týdningin av, at íkoplingarútbúnaður (krókur) á bili til viðfest akfar er sýnaður og góðkendur áðrenn útgerðin kann verða tikin í nýtslu. Dimmalætting skal hava tøkk fyri tað.
 
Kunning um samankopling av akførum liggur á heimasíðuni hjá Akstovuni undir hesi leinkjuni:
 
http://www.akstovan.fo/Default.aspx?ID=95
 
Akstovan hevði eisini eitt tíðindaskriv á heimasíðu sínari frá januar 2007 til januar 2008 um, at verkstøð og sølufyritøkur kunnu váttað íseting av íkoplingarútbúnað, uttan at akfarið verður sýnað á Akstovuni. Treytin fyri góðkenningini á Akstovuni er, at tann ið váttar ísetingina er MVG skrásettur sum bilaverkstaður, bilasøla ella sølufyritøka fyri viðfest akfør. Bilurin, ið fær útgerðina ísetta, má í mesta lagi vera 8 ára gamal, annars má hann sýnast á Akstovuni. Gjaldið fyri koplingsváttan er 150 kr.
 
Sambært ásetingunum í ferðslulógini og skrásetingarkunngerðini, hevur eigarin (nýtarin) skyldu til at boða Akstovuni frá, áðrenn ísettur íkoplingarútbúnaður verður tikin í nýtslu. Akfarið skal sýnast og góðkennast og broytingarnar skrivast á skrásetingarskjalið hjá bilinum.
 
Upplýst kann verða, at koyrinæmingar í triðja og fjórða frálærutíma í ástøði, eiga at verða kunnaðir um m.a. serliga útgerð og undir hesum íkoplingarútbúnað og íkoplingarváttan.
Øll tíðindi