Søkt verður eftir 2 starvsfólkum til skrivstovuna á Akstovuni, at byrja ávikavist tann 1. juli 2025, ella skjótast til ber (skrivstovustarv 1) og 1. august 2025 (skrivstovustarv 2). Talan er føst størv, ið eru skipaði sum fulltíðarstørv.
Skrivstovustarv 1:
Uppgávan fevnir m.a. um:
Skrivstovustarv 2:
Uppgávan fevnir m.a. um:
Vit hugsa okkum ein persón við skrivstovuútbúgving, HH ella líknandi útbúgving og arbeiðsroyndum á skrivstovu. Dentur verður lagdur á, at ein er fyrikomandi og kundavinarligur og hevur góð samstarvsevnir. Tað er ein treyt, at ein hevur kunnleika til at arbeiða við teldu.
Størvini eru lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvssetanin hoyrir undir Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum við tilhoyrandi stovnum, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð.
Upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til Tórunn S. Miðberg, deildarleiðara, á telefon 350418.
Umsóknir við útbúgvingarprógvum, lívsgongdarlýsing og møguligum viðmælum skulu sendast sum teldupostur til: akstovan@akstovan.fo
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin tann 21. mai 2025
Skrivstovustarv 1 verður sett 1. juli 2025 ella skjótast til ber.
Skrivtovustarv 2 verður sett 1. august 2025 ella eftir nærmari avtalu.
Akstovan er stovnur undir Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum og hevur sum endamál at fremja akfarstøkniligar kanningar og akfarseftirlit, stíla fyri koyriroyndum, útvega fólki koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita akfarsskráseting, skrásetingargjøld og vegskatt. Umframt høvuðsdeildina í Tórshavn, hevur Akstovan sýnsdeildir um alt landið. Á Akstovuni starvast 25 fólk.