Akstovan hevur fingið fleiri fyrispurningar viðvíkjandi umhvørviskrøvum í samband við bilkoyring ávísum týskum býum.
Tað er soleiðis at summir týskir býir hava ávís umhvørvis-økir, har krav er um at bilurin hevur eina sokallaða "Umwelt-plakette", ið er eitt umhvørvis-merki, ið sigur hvussu umhvørvis-vinarligur bilurin er.
Bilar, ið ikki hava slíkt merki, hava ikki loyvi at koyra í hesum økjum.
Gjørt verður tó vart við at tað ikki er neyðugt hjá fólki, ið ikki skulu inn í hesi økir, at hava slíkt umhvørvis-merki á bilinum.
"Umwelt-plakette" kann keypast á heimasíðuni:
http://www.umwelt-plakette.de/int_daenemark.php?SID=2g3hc12g72qjg551mmcof6fm02
Eisini ber til at fara inn á heimasíðuna hjá FDM fyri at lesa góð ráð um umhvørvismerkir aðrastaðir í Europa.
Kan lesast á hesari leinkju