Avtala er gjørd við 8 bilasølur um váttan av upprunaprísi í sambandi við skráseting av innfluttum bilum.
Kann tann sum innflytur bilin ikki skjalprógva upprunavirðið á innflutta bilinum við uppruna faktura fyri ítøkiliga akfarið ella útvega váttan frá framleiðara ella góðkendum umboði fyri ítøkiliga akfarið, kann viðskiftafólkið í staðin venda sær til avvarðandi bilasølu í Føroyum, fyri móti gjaldi at útvega sær upprunaprís fyri ítøkiliga akfarið (tvs. uppá skrokknummar).
Treytin er, at bilasølan fær avrit av útlendska skrásetingarskjalinum.
Hesar bilasølur eru fevndar av avtaluni:
Bilasølan v/Øssur Johannesen P/F
P/F Wenzel
Reyni Service P/F
Nordcar P/F
Sp/f Norðbil
P/F Auto Service
P/F Waag & Company
Berg Motors