Hetta merkir, at koyrikortið til lítið prutl, bólkur AM – kota 175, eisini er galdandi til stórt prutl, bólkur AM.
Mælt verður tó til at umbýta koyrikortið til lítið prutl við eitt koyrikort til stórt prutl
Av tí at koyrikortið til lítið prutl, bólkur AM hevur kotu 175 (lítið prutl) á, verður mælt til, at prutlkoyrikortið verður býtt um við eitt nýtt koyrikort til stórt prutl, bólkur AM eftir hesum treytum:
Lítla prutlið má broytast og skrásetast sum stórt prutl
Er prutlið upprunaliga typugóðkent sum stórt prutl, skal tað broytast frá lítlum prutli til stórt prutl. Hetta kann verða gjørt hjá forhandlara ella góðkendum verkstaði.
Prutlið skal sýnast av nýggjum á Akstovuni. Biðið má verða um tíð til sýnið. Góðkenningarsýn kostar 350 kr.
Tá prutlið er góðkent sum stórt prutl, skal tað umskrásetast til stórt prutl og eigarin má biðja um nýggja nummarplátu, sum hevur bláan lit í býti við ta gomlu grønu nummarplátuna, sum má latast inn til Akstovuna. Nummarplátan kostar 250 kr.