Er bilurin vetrarklárur?

Nú heystið er komið, er tíðin eisini komin til at gera bilin kláran til veturin.

Av tí at vit ganga ímóti einari myrkari og kaldari árstíð, setir hetta størri krøv til bæði bil og førara.

 

Dekk:
Forboð er fyri at nýta summardekk í tíðarskeiðinum frá 1. desember til 30. apríl, uttan so, at akfarinum er tryggjað nóg gott vegtak, tá hálka er, við at akfarið er skøtt við ketum á hjólunum á trekkakslinum.


Í hesum tíðarskeiði, kunnu vetrardekk ella píkadekk nýtast í staðin.

Í praksis merkir hetta, at krav er sett um, at bilurin skal vera skøddur við vetrardekkum, sum eru merkt við “M+S”, “MS”. M&S”, “M-S” ella “Mud and Snow”, og sum hava eina mynsturdýpd, sum í minsta lagi er 3 mm, um koyrt verður í hálku í tíðarskeiðinum frá 1. desember til 30. apríl.

Um koyrt verður við píkadekkum, er vert at hava í huga,
at tað einans er loyvi at nýta hesi í tíðarskeiðnum frá 16.
oktober til 14 mai.

 

Ljós:
Myrkrið ger at tað er alneyðugt at hava ljósini á bilinum í lagi, og at útsýnið hjá føraranum er so gott sum til ber. Vit eiga tí at fáa ljósini eftirkannaði, bæði tað at allar perur lýsa, og at høvuðslyktirnar eru rætt stillaðar. Eisini er skilagott at fáa viskarabløðini skift út, soleiðis at førarin kann hava gott útsýni gjøgnum framrútin.

 

Rustverja:
Veturin fer eisini illa við bilinum, so skilagott er at fáa bilin vaskaðan og síðan voksviðgjørdan, fyri at verja lakkið ímóti vetrarsaltinum. Um bilurin ikki er undirvogns viðgjørdur, kann vera skilagott at fáa gjørt eina slíka. Í hesum sambandi er best at spyrja seg fyri hjá bilasøluni fyrst, soleiðis at bilurin fær tað røttu viðgerðina.

Annars er skilagott at vaska bilin regluliga um veturin, eisini undir
botninum, fyri at fáa salt og skitt burtur.

 

Motorrúmið:
Í motorrúminum eigur serliga at verða kannað, at akkumulatorurin er í góðum standi, og at nóg mikið av løgi er á honum. Eisini eigur kølaraløgurin at verða kannaður(frosttrygging). Eitt oljuskift kann eisini vera eitt gott hugskot.

 

Hurðar:
Tá ið frost er, kann koma fyri at hurðarnar á bilinum frysta fastar í gummilistarnar. Um hesir verða smurdir við silicone, kann sleppast undan hesum trupulleika. Eisini kann tað vera hent at hava eina lítla fløsku av lása olju í lummanum um lásið í hurðini skuldu verið fryst.