Koyring í útlandinum við føroyskt skrásettum lastbilum og bussum

Í sambandi við koyring uttanlands, er tað eitt krav at førarin skal kunna skjalprógva sína koyri- og hvílitíð, tá koyrt verður við lastbilum og bussum.

 

Lastbilar og bussar, sum vóru skrásettir á fyrsta sinni áðrenn 1. januar 2006 høvdu eina koyriskivu til skráseting av koyri- og hvílitíðini. Eftir 1. mai 2006 skuldu nevndu akfør hava eina digitala skrásetingarskipan, sonevndur Tachografur til skráseting av koyri- og hvílitíðini. Til hetta endamál krevst eitt serligt førarakort, sum bert kann verða útgivið í samsvari við altjóða sáttmálan um koyri- og hvílitíð.

 

Kunning um umsókn um førarakort er á finna á heimasíðuni hjá Færdselsstyrelsen.

Ansøgning om fartskriverkort (førerkort)