Koyrikort til bólk AM kota 175 – lítið prutl, gevur rætt at koyra
Persónur skal hava fylt 15 ár fyri at fáa koyrikort til lítið prutl og venjingarakstur kann í fyrsta lagi byrja, tá umsøkjarin er 14 ár og 6 mánaðir.
Prutlfrálæran skal vera givin av lærara í frítíðarundirvísingini (kvøldskúla), ið lýkur fakligar og námsfrøðiligar førleikar ella einum koyrilærara, ið er góðkendur til bólk A (motorsúkklu).
Umsøkjarin skal bæði til eina ástøðiliga og eina verkliga roynd.
Umsøkjarin skal lata fylgjandi skjøl til Akstovuna:
- Umsókn um koyrikort
- Eginváttan um heilsu
- Prógv fyri loknum skeiði í fyrstuhjálp í ferðsluni fyri ungar prutlførarar, um umsøkjarin ikki hevur fylt 18 ár.
- Dóps- ella navnabræv
- Væltroffin mynd (hattleys)
- Gjald fyri ástøðiliga og verkliga roynd fyri persónar, sum eru yngri enn 18 ár: 150 kr.
- Gjald fyri útgávu av koyrikorti fyri persónar, sum eru yngri enn 18 ár: 150 kr.
Koyrikort til bólk AM – stórt prutl, gevur rætt at koyra
- Lítið prutl
- Stórt prutl
- Stórt prutl íkoplað ein viðfestan vogn
Persónur skal hava fylt 16 ár fyri at fáa koyrikort til stórt prutl, men venjingarakstur kann í fyrsta lagi byrja 3 mánaðir áðrenn viðkomandi er 16 ár.
Frálæran til stórt prutl skal vera givin av einum koyrilærara, ið er góðkendur til bólk A (motorsúkklu).
Umsøkjarin skal bæði til eina ástøðiliga og eina verkliga roynd.
Umsøkjarin skal lata fylgjandi skjøl til Akstovuna:
- Umsókn um koyrikort
- Læknaváttan (ikki eldri enn 3 mánaðir)
- Prógv fyri loknum skeiði í fyrstuhjálp í ferðsluni fyri ungar prutlførarar, um umsøkjarin ikki hevur fylt 18 ár.
- Dóps- ella navnabræv
- Væltroffin mynd (hattleys)
- Gjald fyri ástøðiliga og verkliga roynd: kr. 550
- Gjald fyri útgávu av koyrikorti fyri persónar, sum eru yngri enn 18 ár: 150 kr.
- Gjald fyri útgávu av koyrikorti fyri persónar, sum hava fylt 18 ár: 250 kr.
Umsøkjarin verður stillaður inn av einum góðkendum koyrilærara, har báðir váttað á serstakt øki á umsóknini.
Víðkan frá koyrikorti til lítið prutl til koyrikort til stórt prutl - Bólkur AM
Sbrt. § 12 a, stk. 2, í koyrikortkunngerðini kann koyrikort til stórt prutl, bólkur AM, verða latið persóni, sum hevur fylt 16 ár, og sum hevur koyrikort til lítið prutl, treytað av, at viðkomandi hevur:
- Í minsta lagi 1 ára royndir sum førari av lítlum prutli.
- Fingið frálæru hjá góðkendum koyrilærara (til motorsúkklu) í ástøði til stórt prutl í 4 skúlatímum í útvaldum evnum.
- Fingið verkliga koyrifrálæru hjá góðkendum koyrilærara (til motorsúkklu) í 2 skúlatímar á stórum prutli í lutmálum svarandi til nr. 2.
- Stendur eina verkliga roynd við stórum prutli.
- Læknavátta til koyrikort (ikki eldri enn 3 mánaðir)
- Prógv fyri loknum skeiði í fyrstuhjálp í ferðsluni fyri ungar prutlførarar (ikki eldri enn 1½ ár)
- Sbrt. § 64 i, stk. 1, nr. 13, litra c) í ferðslulógini er kostnaðurin fyri verkliga koyriroynd til stórt prutl – bólkur AM kr. 400