Bólkur B (vanligur bilur) gevur rætt til at koyra:
- Persónbil við í mesta lagi 8 sessum, umframt førarasessin og hvørs loyvda heildarvekt í mesta lagi er 3.500 kg.
- Vørubil, hvørs loyvda heildarvekt í mesta lagi er 3.500 kg.
- Vognrað, sett saman av persón- ella vørubili og einum viðfestisakfari, hvørs loyvda heildarvekt í mesta lagi er 750 kg.
- Vognrað, sett saman av persón- ella vørubili og einum viðfestisakfari, hvørs loyvda heildarvekt er meira enn 750 kg. Samlaða loyvda heildarvektin á vognraðnum kann ikki vera meira enn 3.500 kg, og loyvda heildarvektin á viðfestisakfarinum kann ikki vera meira enn eginvektin á bilinum við ískoyti av 50 kg. Við áseting av samlaðu loyvdu heildarvektini fyri vognraðið og loyvdu heildarvektini fyri viðfestisakfarið, sbr. 2. pkt., verður antin skrásetta heildarvektin á viðfestisakfarinum ella ein møguliga lægri ásett heildarvekt í skrásetingargrundarlagnum hjá bilinum nýtt.
- Trýhjólaða motorsúkklu.
- Traktor/motoramboð.
- Lítið prutl og stórt prutl
- Lendisakfar
Persónur skal hava fylt 18 ár fyri at fáa koyrikort, men venjingarakstur kann í fyrsta lagi fara fram 3 mánaðir áðrenn viðkomandi er 18 ár. Umsøkjarin skal bæði til eina ástøðis og verkliga roynd.
Umsøkjarin skal lata fylgjandi skjøl inn til Akstovuna:
- Umsókn um koyrikort
- Læknaváttan. ( ikki eldri enn 3 mánaðir)
- Dóps- ella navnabræv.
- Væltroffin passmynd. ( hattleys)
- Fyrstuhjálparprógv
- Gjald fyri ástøðis og verkliga roynd kr. 550,-
- Gjald fyri útgávu av koyrikorti kr. 250,-