Cookie politikkur

Okkara heimasíða brúkar cookies. Ein cookie er ikki eitt forrit, men ein óvirkin fíla og kann ikki spjaða virus ella onnur skaðilig forrit.
 

Tá ið tú vitjar heimasíðuna hjá Akstovuni senda cookies fylgjandi upplýsingar:

  • hvørjar síður á www.akstovan.fo tú vitjar og nær
  • hvønn kaga tú brúkar
  • hvørja upploysn tín skermur hevur
  • hvørja stýriskipan tín telda hevur
  • hvønn IP-bústað tú hevur
  • hvørja java útgávu tín telda hevur.
     

Cookies verða bert nýttar í sambandi við heimasíðuna og til at gera hagtøl, sum m.a. verða brúkt til at betra um heimasíðuna.
 

Upplýsingarnir frá cookies kunna ikki brúkast til at savna persónsupplýsingar um teg. Ongar upplýsingar frá cookies verða givnar víðari ella seldar triðja parti.
 

Cookies verða, aloftast, goymdar á tínari teldu, aftaná, at tú fert av síðuni, ímeðan aðrar verða strikaðar sjálvvirkandi aftaná eitt tíðarskeið.
 

Tú kanst altíð nokta at brúka cookies á tíni teldu. Hetta gert tú í samansetingini fyri kagan tú brúkar. Tó verður gjørt vart við, at uttan cookies ber møguliga ikki til at brúka allar funkur á heimasíðuni. Ynskir tú ikki at móttaka cookies frá heimasíðuni hjá Akstovuni, kanst tú í kaganum, tú brúkar, skráseta www.akstovan.fo á listan yvir heimasíður, sum tú ikki ynskir cookies frá. Samstundis er eisini í flestu kagum møguleiki fyri at strika cookies, sum kagin longu hevur lagt á telduna.
 

Um tú ikki frammanundan hevur avvíst brúk av cookies frá www.akstovan.fo ella strika cookies, góðtekur tú samstundis, tá ið tú vitjar www.akstovan.fo, brúkið av cookies frá heimasíðuni hjá Akstovuni.
 

Um tú umvegis heimasíðuna hjá Akstovuni ynskir samband, sendir teldupost til okkara, ynskir faldarar ella annað tilfar, og í hesum sambandi upplýsir títt navn, t-post, telefonnummar, p-tal ella annað, verða hesar upplýsingarnar bert nýttar til at viðgera og svara tínari áheitan. Tá hetta er avgreitt, verða upplýsingarnar strikaðar.
 

Spurningar?

Um tú hevur viðmerkingar ella spurningar viðvíkjandi okkara nýtslu av cookies og/ella viðgerð av persónsupplýsingum, so ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.